Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mánadagin 1. des. 2014.   Á hesum bygdarráðsfundi vóru møtt: Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf Bech og Rannvá Albinus. Hesin bygdarráðsfundur var ásettur at vera 24. nov. 2014, men varð útsettur. 1. Hesi broytingaruppskot undir aðru viðgerð av uppskoti til fíggjarætlan hjá Porkeris kommunu fyri árið 2015 vórðu einmælt samtykt: Teknisk mál: Kloakkir, 222.301 - Nýgerð broytt til 150.000 krónur. Almanna- og Heilsumál: 150.880 - Bú- og Heimatænastan í Suðuroy inntøkur - broytt til 3.530.000 kr. Almanna- og Heilsumál: 150.880 - Bú- og Heimatænastan í Suðuroy útreiðslur - broytt til 3.530.000 kr. Almanna- og Heilsumál: 153.500 – Vágs kommuna (Heilsumiðstøðin) útreiðslur - broytt til 430.000 kr. Avdráttur av lánum broytt til 643.384 kr. Fíggjarætlanin hjá Porkeris kommunu fyri fíggjarárið 2015 varð einmælt samtyk, og javnvigar hon við 12.243.391 krónum. Skattaprosentið er sett til 21%, og barnafrádrátturin er settur til 6.500 krónur fyri hvørt barnið. Kommunuskatturin kemur komandi fíggjarár at verða 7.934.193 krónur 2. Samtykt varð at góðtaka kvøldskúlaundirvísingina skúlaárið 2014/2015. 3. Út frá núverandi grundarlagi varð ikki semja um at taka undir við fyriliggjandi uppskoti um keyp av mønustingarum. 4. Støðutakan til sundurbýti av matr, nr 106c í Porkeri varð útsett. 5. a.) Samtykt varð at stuðla Lions Club í Suðuroy við 2.500 krónum. b.) Samtykt varð at stuðla seyðasýningina 2014 við 3.000 krónum. c.) Samtykt varð at stuðla felagsskapin KRIS við 2.500 krónum. d.) Samtykt varð ikki at stuðla umsóknina frá Fróða Johannesarson. e.) Samtykt varð ikki at stuðla umsóknina frá ”Forlagið Oljan”. f.) Samtykt varð ikki at taka av tilboðnum frá ”Filmsbólkurin Lítla Dímun” Porkeris Bygdarráð