Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir frá bygdarráðsfundinum týsdagin 5. november 2019 kl. 18.00   Møtt til hendan fundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Sveinur Bech, Joan Vejhe og Emily Poulsen. 1. 1. viðgerð av fíggjarætlan fyri 2020 er samtykt. 2. Samtykt er ikki at taka undir við verandi uppskoti til fíggjarætlan 2020 hjá Bú- og heimatænastuni. 3. Samtykt er at keypa stórkøk til skúlan. 4. Skriv frá skúlastýrinum viðgjørt. Samtykt er at hava fund við skúlastýrisforkvinnuna. 5. Samtykt er at stuðla árligu jólaveitsluni. Samtykt er ikki at stuðla Stream.fo 6. Kunnað bleiv um uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjón. Kunnað bleiv um uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt. Kunnað bleiv um uppskot til løgtingslóg um vernd av persónsupplýsingum(dátuverndarlóg). Kunnað bleiv um forordninger Europaparlamentet og rådets forordninger om beskyttelse af fysiske personer i forb. Med behandling af personoplysninger og om fri udveksling af sådanne oplysninger. Kunnað bleiv um høvuðstættir í fyrisitingarrætti og almennum innliti. Kunnað bleiv um stuðul til vinnuligar ferðavinnuverkætlanir frá Visit Faroe Islands. Kunnað bleiv um skriv frá IRF um spilloljuverkið. Kunnað bleiv um skattainntøkur fyri september: kr. 924.024. Kunnað bleiv um skattainntøkur fyri oktober: kr. 862.805. Porkeris Bygdarráð.