Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir frá bygdarráðsfundinum týsdagin 6.november 2018 kl. 18.00   Møtt til hendan fundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Sveinur Bech, Joan Vejhe og Emily Poulsen. 1. 1. viðgerð av fíggjarætlan 2019 gjøgnumgingin og samtykt. 2. Samtykt er at taka undir við samstarvsavtaluni um Sernám. 3. Samtykt er at taka av tilboðnum frá Blika um innbúgv til skúlan. 4. Samtykt er at stuðla sjúklingahotellinum Tórshavn. Samtykt er at stuðla seyðasýningini 2018. Samtykt er at stuðla árligu jólaveitsluni. 5. Kunnað bleiv um hesi mál: Uppskot til løgtingslóg um talgildan samleika. Uppskot til broyting í kunngerð um samsýning til fosturforeldur. Kunnað bleiv um svar frá Visit Faroe Islands. Kunnað bleiv um skattainntøkur fyri oktober, kr 874.977. 6. Hetta mál kom á afturat á skrá: Umsókn um loyvi at bora jarðhita til húsið í Eystrum. Samtykt er at geva loyvi, treytað av, at Umhvørvisstovan gevur loyvi Porkeris Bygdarráð.