Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mánadagin 2. november  2015.   Møtt til henda bygdarráðsfundin vóru:  Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf  Bech, og Rannvá Albinus. Áðrenn bygdarráðsfundurin byrjaði, hevði borgarstjórin Mikkjal Sørensen ynski um at fáa tvær umsóknir um stuðul aftrat í skránna undir punkt  8. Hetta ynskið borgarstjórans varð einmælt samtykt av bygdarráðnum. 1. Uppskotið til fíggjarætlan hjá Porkeris kommunu fyri árið 2016 javnvigar við fyrstu viðgerð við 12.359.927 krónum.  Skattskylduga inntøkan er 40.611.160 krónur. Skattainntøkan er 8.044.244 krónur. Skattaprosentið er sett til 21%,  og barnafrádrátturin er settur til 6.500 kr. fyri hvørt barnið. 2. Borgarstjórin gjøgnumgekk roknskapin fyri 3. kvartal 2015, og var møguleiki hjá bygdarráðslimum at seta fram spurningar og gera viðmerkingar til roknskapin. 3. Av tí at økið, sum spurt verður um, liggur undir ”Ídnaðarøki”  ber ikki til at viðmæla umsóknina sambært byggisamtyktini hjá Porkeris kommunu, har hetta økið er ætlað til: Virkir, goymslur, verkstaðir o. t. sum hava eitt vinnuligt endamál. Eisini verður víst til umhvørvislógina. 4. Samtykt varð at broyta býarskipanina og byggisamtyktina fyri Porkeris kommunu soleiðis, at partur  av matr. nr. 95b og 123b verða broyttir frá  C-øki  (Almennir stovnar)  til  A-øki (Bústaðarendamál). Meðan hetta mál var fyri, var Rannvá Albinus ikki við á fundinum. 5. Semja varð um ikki at keypa matr. nr. 25. 6. Samtykt varð at arbeiða víðari við at umvæla skúlan, og at keypa nýggjar lásikassar og hurðagrep til innhurðarnar í skúlanum. 7. Hetta mál varð útsett til næsta fund. 8. a).  Umsókn um keyp av bók um Kjølbro varð ikki gingin á møti. b).  Samtykt varð.at stuðla dansifelagið  ” Jómsvíkingar ” við:  3.000 krónum c).  Samtykt varð at stuðla jólaborðhaldið í Húsinum við Á við:  3.000 krónum.       Meðan henda umsókn var fyri, var Mikkjal Sørensen ikki við á fundinum. d).  Samtykt varð ikki at stuðla umsóknina frá ” Tannlæknafelagnum ” e).  Samtykt varð at keypa 25 jólakalendarar frá Lions Club í Suðuroy. f).  Samtykt varð at stuðla ” Seyðasýningin 2015 ”  við:  3.000 krónum. g).  Samtykt varð ikki at keypa bókina ” Miðnámsrit ”. h).  Samtykt varð ikki at stuðla fløguútgávu hjá Evi T. Djurhuus. 9. a).  Kunnað varð um skriv frá Handara Parti. b).  Kunnað varð um skriv frá  LÍV  um fígging til kommunurnar. c).  Kunnað varð um innlesing av mánaðarroknskapum, sum nú verður automatiserað. d).  Kunnað varð um uppskot um broyting í løgtingslóg um barsilsskipanina. Porkeris Bygdarráð.