Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir frá bygdarráðsfundinum tórsdagin 4.  oktober  2018  kl. 17.30   Møtt til hendan fundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Sveinur Bech, Joan Vejhe og Emily Poulsen. 1. Samtykt er at taka av tilboðið um ljós í skúlanum. 2. Samtykt er at taka undir við sáttmálanum við Fjølrit. 3. Samtykt er at taka leigu fyri lendir, sum Porkeris kommuna leigar út. 4. Samtykt er at geva Landsverk loyvi til minireinsianlegg í Skørðunum. 5. Samtykt er at stuðla Suðuroyar Sjónleikarafelag. Samtykt er at stuðla dansifelagnum Jómsvíkingum. 6. Kunnað bleiv um mál til hoyringar: Heilsuhjálpara-, Heilsurøktara- og Pedagoghjálparaútbúgving. Vælferðarpakki. Danskur ríkisborgararættur. Kunnað bleiv um skattainntøkur fyri september, kr 755.053,- Porkeris Bygdarráð.