Porkeris kommuna
Porkeris Bygdarsavn er ein sjálvognarstovnur, sum Føroya Landsstýri góðkendi sum ein stuðulsøkjandi stovn tann 19. mars 1997. Endamálið hjá Porkeris Bygdarsavni er at fremja varðveitingararbeiði hjá Porkeris Fornminnafelag av fornminnum og forngripum, at savna forngripir, merkja og skráseta teir við øllum upplýsingum, sum møguligt er at fáa til vega og at seta upp siðsøguliga framsýning. Porkeris Bygdarsavn lýkur treytirnar í løgtingslóg nr. 17 frá 9. mai 1972 við seinni broytingum um bygdasøvn við mentanarligum virksemi. Nevndin í Porkeris Fornminnafelag og Sveinur Bech, sum er kommunalt umboð, manna stýrið í Porkeris Bygdarsavni. Porkeris Bygdarsavn eigur Gamla Skúla, sum varð bygdur í 1888, og ognina Í Eystrum, sum hevur verið elligamal bústaður í Porkeri. Í Eystrum eru sethús, sornhús og fjós. Gamli skúlin er liðugt umvældur, og eitt savn við gomlum lutum og myndum er sett upp. ER stongt ring: Magnus Hansen 37 38 50  -  23 87 72 Zacharias Bech 37 32 26  -  59 92 26 Sára Holm 26 70 98  -  Mannbjørn Olsen 37 38 64  -  26 28 64 Rannvá Albinus 37 40 33  -  27 15 33 Sveinur Bech 37 47 32  -  56 62 39 Kostnaður fyri at síggja savnið er 30 kr. fyri hvønn persón.
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo