Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Sálarfrøðingur til Suðuroyar Barnaverndartænastu Søkt verður eftir sálarfrøðingi fulla tíð til Suðuroyar Barnaverndartænastu. Ynskir tú at gera mun hjá børnum og ungum? So er tað kanska tær vit leita eftir! Arbeiðsøki: Suðuroyar barnaverndartænasta er staðsett á Tvøroyrar kommunu og umfatar allar 7 kommunurnar í Suðuroynni. Endamálið hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu er at ansa eftir at børn og ung, sum vegna sosial vandamál liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra vælferð og menning, kunnu fáa tað hjálp ið er neyðug fyri at greiða støðu teirra. Eitt týðandi mál fyri barnaverndartænastuna er at syrgja fyri at hjálpin verður sett í verk saman við familjuni , at tilboðið er tað besta og at gerandisdagurin hjá barninum og familjuni ávirkast so lítið sum gjørligt. Víst verður til løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 139 frá 18. desember 2013. Tín leiklutur: Millum annað kemur tú, at virka í tøttum samstarvi við leiðaran og starvsfólkið á barnaverndartænastuni, eftir tørvi. Arbeiðið er fjølbroytt og kann umfata, samrøður, ráðgeving, kanningar, og t.d. tvørfakligt samstarv. Vit vænta av tær: · At tú ert útbúgvin sálarfrøðingur, antin cand. psych ella cand. pæd. psych · Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir frá barnaverndararbeiði  · At tú ert nærverandi og hevur umsorgan fyri barnsins tørvi  · At tú kanst hava samrøður við børn-/ung og familjur  · Tað er ein fyrimunur um tú kanst gera kanningar av børnum og foreldrum (foreldraførleikakanning), við einari skrivligari frágreiðing og tilráðing, men ikki eitt krav  · At tú ert ábyrgarfull/ur, miðvís/ur og sjálvstøðug/ur í arbeiðnum  · At tú ert fleksibul og hevur góð samstarvsevni Vit kunnu bjóða tær: · eitt spennandi og fjølbroytt arbeiði  · fakligt samstarv við sálarfrøðingar hjá øðrum barnaverndartænastum og Barnaverndarstovu Føroya  · supervisión  · førleikamenning eftir umstøðum og tørvi Setunarviðurskifti: · Arbeiðið er 40 tímar um vikuna  · Starvið verður sett skjótast til ber ella eftir nærri avtalu  · Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Umsókn: Hevur starvið tín áhuga, send so skrivliga umsókn saman við avriti av prógvum og viðmælum til Suðuroyar barnaverndartænastu, í seinasta lagi 15. januar 2015 kl. 12.00. Nærri upplýsingar um starvið fáast við, at venda sær til Annu Malenu Gilstón, leiðara á telefon 229085 ella á teldupost; amg@tvoroyri.fo. Um ikki nógv nógvir umsøkjarar eru til starvið, tilskilar Suðuroyar barnaverndartænasta sær rætt til at søkja umaftur.