Dagrøktarleiðari - Endurlýsing.
Søkt verður eftir dagrøktarleiðara til dagrøktarskipanina í Porkeri, at arbeiða hálva tíð.
Arbeiðsuppgávur:
Vit sóknast eftir einum dagrøktarleiðara, sum hevur hug og hegni at fyriskipa.
Dagrøktarleiðarin skal eisini gera tað neyðuga til, at dagrøktarar og børn trívast væl
í dagrøktarskipanini.
Persónligir eginleikar:
Viðkomandi skal verða fyrikomandi og duga væl at fara við starvsfeløgunum og
foreldrum.
Fakligir eginleikar:
Viðkomandi skal hava útbúgving sum námsfrøðingur.
Setunarviðurskifti:
Starvið verður at seta skjótast gjørligt.
Løn og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Porkeris Kommunu á tlf. 254430
ella 573520.
Umsóknir:
Umsókn, saman við prógvum og møguligum viðmælum verða at senda til Porkeris
Kommunu, Við Á 8, 950 Porkeri ella e-mail: porkeri@porkeri.fo í seinasta lagi
19. mars 2018.
Porkeri, tann 5. mars 2018
Porkeris kommuna