Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Søkt verður eftir dagrøktara til Porkeris Kommunu. Talan er um eitt farloyvisstarv frá til 1.12.2019 til 31.12.2020, við møguliga longdari starvstíð. Tann íð settur verður má : - Hava góðar umstøður at hava børn, bæði inni og úti - Kunna arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd - Verða við til at geva børnum ein mennandi og tryggan gerandisdag - Hava virðing og umsorgan fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum - Verða fyrikomandi og tolin - Verða álítandi og hava góð samstarvsevnir Arbeiðistíðin er millum kl 7.30 – 17.15 Setanarøkið er Porkeris Kommuna. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn, CV og møgulig viðmæli skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 25. oktober 2019  kl 12.00. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran í Dagrøktini, Angelinu J. Gudmundsen á tlf. 251325 - 374288. Umsóknin skal sendast til: Porkeris Kommunu Dagrøktarskipanin Við Á 8 950 Porkeri Email: dagrokt@porkeri.fo Frámerki: Dagrøktin, leys størv