Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
F R Á B O Ð A N. Sagt verður hervið frá, at løgtingsval verður týsdagin 1. september 2015    Atkvøðugreiðslan verður í Porkeris skúla og byrjar kl. 10.00 og heldur  fram til klokkan 20.00, ella so leingi veljarar møta á valstaðnum uttan steðg. Valkort  verða send við postinum í komandi viku. Heitt verður á veljarar um at hava valkortið við valdagin, tá valt verður. Teir veljarar, ið vegna sjúku ella av aðrari orsøk, ikki kunnu møta á á valstaðnum valdagin, kunnu atkvøða heima, og eigur hetta at verða fráboðað áðrenn valdagin, og í seinasta lagi mánadagin 31. august 2015                                               kl. 18.00 til valnevndarformannin á telefon 373603 ella á telefon 373745.                                                                                       Porkeri, tann 9. august 2015. Lars Djurhuus, valnevndarformaður.