Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
KUNNGERÐ. Frá Porkeris Kommunu  um broytingar í byggisamtyktini. Sambært grein 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum gjørt  kunnugt, at bygdarráðið hevur  samtykt at gera  broytingar í  býarskipanini og  byggisamtyktini fyri Porkeris kommunu. Partur av matr. nr. 95b og partur av matr. nr. 123b verða broytt frá at vera C øki: Almennir stovnar til   A øki: Bústaðarendamál. Punkt 0.13 verður yvirskriftin broytt til:  Almenn frítíðarøki. Punkt 4.6 verður yvirskriftin broytt til: Almenn frítíðarøki  (merkt F á kortinum): Undir  punkt a  kemur  ”ítróttarøki” afturat. Undir punkt b  verður ”Minni hús, ið hava tilknýti til”  broytt til ”Bygging, ið hevur tilknýti til” Á kortinum verður F orðað: ALMENN FRÍTÍÐARØKI. Matr. nr. 244b verður broytt frá D øki: Ídnaðarøki til F øki: Almenn frítíðarøki. Vestari partur av matr. nr. 113 verður broytt frá B øki: Miðstaðarendamál til F øki: Almenn frítíðarøki. Undir punkt 4.8 Neyst (merkt H á kortinum) verður punkt b orðað soleiðis: Neyst mugu ikki vera bygd í meir enn einari hædd við lofti og ikki vera hægri enn 5,5 m til mønuna, mált frá miðal jørðildi - miðal við húsarhorn, og takhallið skal vera millum 25 gradur og 43 gradur. Broytingarnar liggja frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 28. januar 2016 til og við 18. februar 2016. Møgulig mótmæli og broytingaruppskot skulu vera skrivlig og skulu verða bygdarráðnum í hendi í seinasta lagi 10. mars 2016. Porkeri, tann  28. januar 2016. Porkeris Kommuna. Við Á 8 950 Porkeri porkeri@porkeri.fo