Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
KUNNGERÐ Frá Porkeris Kommunu  um broytingar í byggisamtyktini. Sambært grein 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum gjørt  kunnugt, at bygdarráðið 9. februar 2015  samtykti at  broyta byggisamtyktina fyri Porkeris kommunu. Broytingin fevnir um: At matr. nr. 7e verður miðstaðarendamál, og sum er merkt B á kortinum. At uttasti partur av matr. nr. 170 og alt matr. nr 171 verður landbúnaðarmál. Broytingin liggur frammi til alment eftirlit  á kommunuskrivstovuni  frá 26. februar 2015 til og við 19. mars 2015. Møgulig mótmæli og broytingaruppskot skulu vera skrivlig og skulu verða bygdarráðnum í hendi í seinasta lagi 16. apríl 2015. Porkeri, tann 23. februar 2015. Porkeris Kommuna. Við Á 8 950 Porkeri porkeri@porkeri.fo