Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Bingjupláss  Síðan IRF álegði bygdarráðunum at standa fyri ruskinnsavningini, hava okkara bingjur staðið á keiøkinum. Tá bingjurnar komu at standa á keiøkinum, var hetta ætlað sum ein fyribilsloysn, og tí hevur bygdarráðið, líka síðan byrjan, roynt at finna øki, har bingjurnar kunnu standa, tó uttan at hetta hevur eydnast. Í løtuni verður arbeitt við tveimum ítøkiligum møguleikum, men enn er ov tíðliga at siga, um hesar loysnir verða veruleiki. Bygdarráðið leggur stóran dent á at fáa hetta málið loyst Vit fara samstundis at heita á borgararnar um, ikki at leggja burturkast á keiøki, tá bingjurnar eru fullar. Um so er, at onkur hevur størri nøgdir av burturkasti, ber til at koyra hetta beinleiðis norður til IRF í Tjaldavík.